
Fyri páskir var greitt, at næmingar og starvsfólk á Skúlatrøð høvdu vunnið høvuðsvinningin hjá ListaMeldri 2021. Fantastiskt!
Høvuðsvinningurin var handaður skúlanum fyri listaligu evnisvikuna, sum næmingar á Skúlatrøð høvdu í mars, har skúlin megnaði at fáa heilar 600 næmingar á ymisku floksstigunum virknar í list á skúlanum.
Næmingarnir í 1. til og við 6. flokk arbeiddu við fiskum og fuglum, sum tey skuldu skapa tvey sansarúm við – eitt við fuglum og eitt við fiskum. Í sansarúmunum var serstakt ljós og ljóð sett upp. Hetta legði upp til at síggja vakra ymisleikan í havinum og í luftini.
7. flokkur fekk frálíka hugskotið at mála skúlagarðin, so at næmingarnir fáa gleði av ymiskum spølum. So nú kunnu næmingarnir lakka paradís, ganga eftir bylgjutum linjum, telja, rokna brøk, spegla meg, gera longdarlop og stava o.s.fr.
8. flokkur fekst við stuttfilmar um mállæru, lokala søgu og nøkur
Tað var Henny Dánialsdóttir, ið fyriskipar ListaMeldur og er ráðgevi í Handaverki & list í Námi, sum handaði Vagn Foldbo, skúlastjóra, vinningin fyri stórbært úrslit. Eitt skreytblað og eina væl innpakkaðan gávu. Gávan var spennandi prentútgerð til evningstovuna.
Her er eitt stutt filmsbrot frá evnisvikuni: