Tiltøk, skeið o.a.

Heimasíðan hjá ListaMeldur fer at vera aktiv alt árið. Tí fara vit á hesi síðuni at leggja ymiskt spennandi út, sum vit halda at børn og ung burdu upplivað.

Hava tit t.d. sæð flottu serframsýningina Havið hjá Listasavni Føroya?

Í løtuni hava tey eitt serligt tilboð til 6. – 8. flokk. (Sjálv havi eg verið við bæði yngri og eldri næmingum – tað riggar fínt!). Tit fáa rundvísing og uppgávur at loysa. Framsýningin kann knýtast til fleiri lærugreinir, og á heimasíðuni http://www.art.fo finna tit uppgávur tit kunnu gera á savninum ella eftir vitjanina, og har liggur enntá ein læraravegleiðing, klár at taka niður.

Framsýningin er avgjørt eina vitjan verd!


%d bloggers like this: