Vælkomin til ListaMeldur
ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars mánaði, ið endar við einum stórum, árligum listafagnaði mikudag í viku 11. Hendan dagin, sum í ár fellur á 16. mars, seta børn og ung kring allar Føroyar myndlist á breddan við eini rúgvu av listaligum tiltøkum og framsýningum úti á skúlum, háskúlum, eftirskúlum, o.s.fr.
Endamálið við ListaMelduri er:
- at varpa ljós á tær handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist!
- at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað hjá næminginum.
- at kveikja og geva íblástur!
Hvør kann vera við?
ØLL kunnu vera við! Barnagarðar, skúlar, háskúlar, eftirskúlar, miðnám, Námsvísindadeildin o.s.fr. Eitt av endamálunum við ListaMelduri er júst tað, at øll skulu hava møguleika at uppliva gleðina við at skapa.
Vit gleða okkum at síggja tilmeldingar frá børnum og ungum kring allar Føroyar!
Hvussu fer tiltakið fram?
ListaMeldur leggur upp til, at tit saman við tykkara næmingum fara út og vera sjónlig við listini í almenna rúminum. Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit ella mála ein heilan húsaveg er púra upp til tykkum. Einki er ov lítið, og einki er ov stórt!
Tiltakið sær soleiðs út:

Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum.
Hvussu melda vit okkum til ListaMeldur?
Fyri at vera við, gera tit eina flaggkapping á skúlanum. Flaggkappingina finna tit her á síðuni 😊 Tá tit hava kosið vinnarin, senda tit eina mynd av flagginum sum skal umboða tykkara skúla, við telduposti til henny@nam.fo
Tit skriva hvørji tit eru, dømi:
Eysturskúlin
5. flokkur, 18 næmingar
Flokslærari: Lív R. Nielsen
Telefon nr: 310040
Vinnaraflaggi: Óli Joensen, 5. fl.
Skal man gera allar uppgávunar sum koma út?
Nei als ikki! Tit avgera sjálv hvørjar BUM avbjóðingar til hava hug til at gera. Tað einasta sum er eitt krav er Flaggkappingin.