16. mars fara fleiri túsund børn og ung at vera sjónlig við teirra skapandi arbeiði, tað verið seg í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi.
Vit fegnast um, at hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst størst í øllum Norðurlondum – og tað er bara tykkum ágrýtu lærarum at takka!
Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, byggja eitt fuglahús, tøva eitt landslag ella mála ein heilan húsaveg, er púra upp til tykkum – Einki er ov stórt, og einki er ov lítið!
Fyri at vera við, gera tit eina flaggkapping á skúlanum. Tit skulu finna eitt flagg at umboða tykkara skúla. Flaggið er tilmeldingin! Vegleiðingin til flaggkappingina finna tit her:
Tá tit hava kosið flaggvinnaran, senda tit eina mynd av flagginum, sum skal umboða tykkara skúla ella stovn, við telduposti til henny@nam.fo