
Í dag er altjóða kvinnudagur!
Hava tit eina kvinnu í tykkara lívi, ið er nakað heilt serligt? Tað kann t.d. vera ein fantastisk mamma, ein omma, ið altíð forkelar, ein irriterandi, men øgiliga fitt systir, ein stuttlig fastir ella mostir? Tað kann eisini vera ein sera góð vinkona, ein hjálpsamur venjari ella kanska ein nærløgd lærarinna?
Avbjóðingin er henda:
Tú skalt tekna eina kvinnuliga gerandishetju, tú kennir.
Ein gerandishetja er ein, ið ger tín gerandisdag betri. Tað kann vera ein, ið hjápir, ein, ið stuðlar, tá tað gongur illa, ein, ið altíð fær teg at smílast, ein, sum hjálpir tær við heimaarbeiðinum, ein, ið altíð fær teg at føla teg væl, ein, tú kanst deila tíni loyndarmál við o.s.fr.
Minst til at skriva eina stutta frágreiðing um hví tú hevur avmynda júst hesa kvinnuna.
Freistin at senda inn er 15. mars 2022
Tá tit eru liðug at tekna, taka tit eina av tekningini og senda hana til henny@nam.fo
Uppgávan liggur klár at printa her:

Kom og tekna andlitsmyndir!
Vit á ListaMeldri halda, at tað er alt ov leingi at bíða til 16. mars 2022. Tí hava vit eina november-avbjóðing til øll børn og ung í Føroyum!
Avbjóðingin er henda:
Tú skalt tekna eina andlitsmynd, sum kann vera ein sjálvsmynd. Einasta kravið er, at persónurin, tú teknar, er ein tú kennir. Tað kann vera tín lítlasystir, abbi tín, ein vinmaður ella kanska tín lærari – alt er loyvt, bara tað er ein, tú kennir!
Tit gera sjálvi av, um tit brúka blýant, litblýantar, máling, oljukrit, gera pappírsklipp ella okkurt heilt annað – bara tað er ein andlitsmynd.
Minst til at geva andlitsmyndini eitt heiti, og at skriva títt navn, niðast í høgra horn. So vita vit hvør hevur tekna myndina.
Freistin at senda inn er 1. des 2021
Tá tit eru liðug, taka tit mynd av andlitsmyndinum og senda tær til henny@nam.fo
Vit á ListaMeldri gleða okkum at síggja allar andlitsmyndirnar, tit fara at senda okkum!

Vinningar!
Tað eru 5 bólkar:
Børn undir skúlaaldur
Næmingar í 1.-3. fl
Næmingar í 4.-6. fl
Næmingar í 7.-10. fl
Næmingar á miðnámi, háskúlum, o.ø.
Vinningur verður latin til hvønn vinnara í hvørjum bólki