Tekna tað, ið livir

Tekna tað, ið livir v/Pernille Mejslov

Málbólkur: Øll, ið hava hug at tekna.

Her er verður miðja eftir at geva luttakarunum nýggjar førleikar og evnir, at geva fólki pláss at skapa sína egnu “striku” og lata hana liva – júst sum í sangi og tónleiki. Skeiðið gevur pláss fyri at fara djúpri inn í ta okkara hendur og fingrar skapa og tekna.

Undirvísingin verður skipa við uppleggum frá læraranum og allir skeiðslutakararnir eru, við sínum íkasti við til at skapa hetta skeiðið.

At tekna er ein sansalig og kropslig uppliving, serliga tað hon fer fram á stórum papírið, burturi frá dagsins vasi og larmi.

Meira um skeiðini er at finna her:

https://www.haskulin.fo/event-details/tekna-tad-id-livir-1

TEKNI VERKSTOVA

Evni: Andlitsmynd og andlitsskap

Undirvísari: Pernille Mejslov

Dámar tær at tekna og hugsavna teg?

Ynskir tú at gerðast betur innan at “at rokna út” hvussu tú teknar eitt andlit frammanífrá, frá síðuni og har ímillum…?

Tørvar tær hugskot og amboð til tínar fríhendis andlitsmyndir?

So er hendan verkstovan nakað fyri teg!

https://litbrigdi.net/stokk-upp-verkstovur/tekni-verkstova-andlit-andlitsskap.html

Grein úr Sosialinum

Listarligt arbeiði í fólkaskúlanum

Fleiri halda, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa ov lítla undirvísing í listarligum arbeiði í 1. – 9. flokk. Men í 10. flokstilboðnum í Havn, sum eitur Nám X, verður brotið upp við hetta. Har hava næmingar møguleika at tekna seg á sokallaðu Listabreytina, sum merkir, at mann hevur list sum lærugrein tveir dagar um vikuna, ið svarar til 10 tímar.

Men hvussu riggar hetta, og hvat gera teir ungu næmingarnir á Listabreytini? Vit hava fregnast og spurt Henny Dánialsdóttir, listalærara, hvussu hon upplivir gerandisdagin og menningina hjá sínum næmingum á Listabreytini.

Stórur áhugi fyri listini
Hon sigur, at næmingarnir eru sera áhugaðir í at læra um list og at gera list frá fyrsta degi, teir koma á Listabreytina.

– Hvørt ár haldi eg meg síggja minst tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga skara framúr, og sum eg vænti at síggja á føroyska listapallinum um nøkur fá ár – kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur Henny Dánialsdóttir, sum undirvísir á Listabreytini hjá Nám X

– Tey eru sera spent at koma í gongd. Fyri tey flestu er tað galdandi, at tey ikki fyrr hava fingið tíð og umstøður til djúphugsni í lærugreinini. Tað er jú stórur munur á at sleppa at hava evning í tveir tímar av og á, og so at vera á listabreytini í samfullar tíggju tímar um vikuna eitt heilt skúlaár, sigur Henny Dánialsdóttir.

– Vit hava tíð til at fara víða um innan ymisku listagreinarnar, og eg síggi fleiri næmingar blomstra gjøgnum árið. Av tí at næmingarnir eru meira búnir í Nám X, fáa teir eina breiðari og djúpari fatan av listini og ikki minst listafólkunum, sigur hon.

Listin tryggjar grundleggjandi førleikar

At list verður raðfest í føroyska fólkaskúlanum hevur alstóran týdning, meinar Henny Dánialsdóttir.

– Allar kanningar vísa, at list, ella kreativa fakøkið sum heild, er við til at styrkja um innlæringina hjá næmingunum. Tú lærir ikki bara at tekna; tú lærir at tulka, fata og greiða frá. Tú lærir at seta orð á tínar tankar, kenslur, huglag og meiningar. Tú lærir at hugsavna teg og hugsa skynsamt. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum mynda heila menniskjað, sigur hon.

– Í kreativu læringstilgongdini lærir tú eisini at loysa trupulleikar, leggja eina ætlan, og harvið gert tú nýggj tankamynstur í heilanum, sum styrkja innlæringina í teimum bókligu lærugreininum. Um vit hugsa um, hvussu nógvar tímar børn í dag brúka frammanfyri skíggjanum, so eru tað júst hesir førleikar, vit áttu at ment, sigur Henny Dánialsdóttir.

– Øll børn hava tørv á at eydnast

Í sambandi við týdningin av listini vísir Henny Dánialsdóttir á tað, sum hevur størstan týdning, nevniliga at ”Fólkaskúlin er fyri øll”.

– Men hóast hetta, so sita fleiri næmingar í tíggju ár á skúlabonki og kenna á sær, at tey ikki eru nóg góð, tí tey ikki eru bókliga sterk. Øll duga okkurt; vit skula bara finna útav, hvat tað er. Øll børn hava tørv á at eydnast. Um tað er í støddfrøði ella evning, tað eigur at vera líkamikið, sigur hon.

Henny Dánialsdóttir ivast ikki í, at list í fólkaskúlanum kann vera við til at eggja næmingum at royna seg sum yrkislistafólk í framtíðini.

– Næmingar, sum ikki eru so sterkir bókliga, kunnu veruliga finna – og síggja – sínar styrkir í einari ikki-bókligari lærugrein, sum listabreytin jú er. Hvørt ár haldi eg meg síggja minst tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga skara framúr, og sum eg vænti at síggja á føroyska listapallinum um nøkur fá ár – kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur Henny Dánialsdóttir.

Lisin skal virðast

Nógv verður gjørt burturúr listarligum arbeiði í Eysturskúlanum, har Henny Dánialsdóttir undirvísir, tí hetta er ein so mikið stórur skúli. Men hon heldur, at listin eigur at verða hægri raðfest á smærri skúlunum.

– Eg haldi, at okkurt eigur at verða gjørt, soleiðis at smærru skúlarnir eisini fáa møguleika til at bjóða sínum næmingum góðar umstøður til kreativu fakini, tí eitt er at raðfesta, eitt annað er at virða, sigur hon og greiðir víðari frá.

– Tað nyttar ikki bara at játta nakrar tímar á einum rokniarki og so vænta, at fakið mennist av sær sjálvum. Tað er eisini umráðandi, at lærarar við røttum fakligum førleikum verða settir at undirvísa í list, eins og teir verða tað í føroyskum og støddfrøði.