Forsíða

Framsýning hjá næmingum á Føroya Fólkaháskúla á Námi

Í samband við árliga listafagnaðin hjá ListaMelduri hevði Háskúlin framsýning við næmingaavrikum í Námi. Løtan, tá framsýningin læt upp, er filmað og varir 11 minuttir. Vit hoyra skúlastjóran Hedvig Westerlund-Kapnas og læraran Bárður Dal Christiansen greiða frá. Árni Øregaard filmaði og setti saman.

ListaMeldur í Williamsstovu

Mikudagin, 16. mars, hava fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi arbeitt við listaligum virksemi og gjørt úrslitini sjónlig í almenna rúminum.

Í Føroyum er heitið ListaMeldur, sum verður eitt árligt afturvendandi tiltak í viku 11.

Mikudagin læt Listabreytin í Nám X upp framsýning við næmingaavrikum í Williamsstovu. Løtan, tá framsýningin læt upp, er filmað og varir 10 minuttir. Vit hoyra skúlastjóran Bjarna Djurholm og læraran Henny Dánialsdóttir halda talu og greiða frá um framsyningina og hvussu arbeitt hevur verið. Henny handar eisini vinningar. Árni Øregaard filmaði framsýningina og setti saman.

Endamálið við ListaMelduri er hvørt ár at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

Her sæst filmurin:

Í dag er altjóða kvinnudagur!

Hava tit eina kvinnu í tykkara lívi, ið er nakað heilt serligt? Tað kann t.d. vera ein fantastisk mamma, ein omma, ið altíð forkelar, ein irriterandi, men øgiliga fitt systir, ein stuttlig fastir ella mostir? Tað kann eisini vera ein sera góð vinkona, ein hjálpsamur venjari ella kanska ein nærløgd lærarinna?

Avbjóðingin er liggur klár at taka niður her:

…………………………………………………………………………..

Flaggkappingin!

Freistin at senda fløggini inn er 14. mars

ListaMeldur 2022

Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum.
Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Háskúlin fer eisini at hava framsýning í Námi henda sama mikudag, sum er í viku 11. Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.
Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.

– Vit fegnast um væleydnaða tiltakið og stóru undirtøkuna í fjør. Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi.
– Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, byggja eitt fuglahús, tøva eitt landslag, ella mála ein heilan húsaveg, er púra upp til tykkum. Einki er ov stórt, og einki er ov lítið, sigur Henny.
Fyri at vera við, skulu tit fyrst hava eina flaggkapping á skúlanum. Tit skulu finna eitt flagg at umboða tykkara skúla. Flaggið er tilmeldingin til ListaMeldur.

Vegleiðingina til flaggkappingina finna tit her:
https://listameldur.com/listameldur-2022/


Eru ivamál ber altíð til at ringja til lærugreinaráðgevan, Henny Dánialsdóttir, tlf 555157 ella senda teldupost til henny@nam.fo

Vinnararnir eru funnir í andlitskappingini hjá ListaMeldri.

Síggj filmin og hoyr dómsnevndina viðgera fleiri av teimum mongu tekningunum, ið komu inn til andlitskappingina.

Vinnararnir vera avdúkaðir síðst í filminum!

Vit mangla navn og bústað til nakrar av myndinum – Tað kunnu tit senda til henny@nam.fo, so senda vit ein lítlan vinning 🙂

Vinnararnir eru funnir í andlitskappingini hjá ListaMeldri.

Hoyrdu tit Moniku í barnaútvarpinum í morgun?

Hoyr Moniku greiða frá hennara luttøku í NovemberAvbjóðingini hjá ListaMeldri her – KVF

ListaMeldur

Børn, Ung & Myndlist

Listameldur


BUM

Flaggkapping



“Í dag er veruleikin tann, at børn og ung hvønn dag uppliva eina yvirflóð av myndum og upplýsingum. 

Tøknin við visuellum tilfari frá teldum, fartelefonum og øðrum er ein heilt onnur, enn hon var fyri bara fáum árum síðani.” 

Paulina Poulsen (skúlablaðið 2012)

Námsætlanin í myndlist

https://namsaetlanir.fo/folkaskuli/kravdar-laerugreinar/myndlist-1-10/

Menniskjan hevur til allar tíðir gjørt myndir, og myndir hava tískil altíð verið við í mál- og hugaheimi menniskjanna. Í myndum og myndlist eru tískil einastandandi møguleikar at granska og grunda um menniskjanna hættir at hugsa, skapa og uppliva seg sjálva og umheimin, í ymiskum tíðum  og mentanum. At arbeiða við myndir er ein týðandi partur av tí mentanararvi, sum skúlin skal bera fram. Myndir og myndaskapan eru av tí sama eitt amboð til menning og læring.

Kunnleiki um myndir og myndagerð hevur alstóran týdning fyri arbeiðið í skúlanum og fyri virkan og veru næminganna. Myndamálið er ein av mongu leiðunum til kunnleika, sannkenning og persónliga menning. Tá ið arbeitt verður við myndir, fáa royndirnar  heildarskap, og kunnleikin gerst sjónligur, ítøkiligur og møguligur at samskifta um. Í sínum estetiska og samtalandi eginleika kann myndevnið vera við til at varðveita og menna skapanarhugin hjá næminginum. Somuleiðis kann tað vera við til at stuðla næminginum í at finna sítt egna støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi og at menna skúlan sum mentanarumhvørvi.

Um ListaMeldur

Endamálið við ListaMeldur er at varpa ljós á ta virðið undirvísing í myndlist hevur fyri læring, menning og trivnað hjá børnum og ungum, bæði í og uttan fyri fólkaskúlan.

More About Us

Samband

  • henny@nam.fo
  • (+298) 555 157

Nám

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150